Mikudagin tók Malan Marnersdóttir alment við sum professari á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.
- Eg havi altíð roynt at arbeitt miðvíst ímóti góðum úrslitum. At vera framsøkin er bæði spennandi og avbjóðandi. Tað er altíð gott at seta sær nøkur mál og vita, um tú røkkur teimum, sigur Malan Marnersdóttir.
Malan Marnersdóttir er 52 ára gomul, og hon hevur verið á Fróðskaparsetri Føroya síðani 1983. Seinastu seks árini hevur hon verið rektari á Fróðskaparsetrinum.
Móttøka var á Føroyamásldeildini mikudagin, tá Malan Marnersdóttir varð tilnevnd professara. Tað var Jóan Pauli Joensen, vararektari, sum handaði henni professarabrævið.
Malan Marnersdóttir, professari, helt fyrilestur við heitinum "leita og tú skalt finna."
Malan segði í viðtalu við Sosialin seinasta leygardag, at uppgávan hjá henni verður at røkja arbeiðið so væl sum yvirhøvur gjørligt.
- Eg skal nú fyrst og fremst royna meg sum professara. Tað arbeiðið inniheldur fleiri nýggj øki, sum eg eri noydd at tillaga meg til, sigur Malan Marnersdóttir, nýtilnevndur professari.