Toyota er ávegis við einum nýggjum hybridbili. Talan er um aðru generatión av Prius við plug-in hybrid tøkni. Bilurin varð sýndur fram á New York International Auto Show.
Bilurin er eitt tilboð til teirra, sum ynskja at eiga ein hybridbil, samstundis sum tey eisini ynskja at koyra long strekkir við elmotorinum sum framdrift.
Plug-in tøkni merkir, at møguleiki er fyri at løða bilin, eins og ein vanligan elbil fyri at kunna koyra longri við elmotorinum. Hetta ger, at bilurin brúkar minni nøgd av bensini og dálkar munandi minni.
Annars er bilurin sum ein vanligur hybridbilur at koyra, har bensinmotorurin og el-motorurin supplera hvønn annan, og syrgja fyri at bilurin altíð koyrir optimalt, bæði hvat kraft, økonomi og umhvørvisvernd viðvíkur.
Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/