Val.fo er heitið á nýggjum politiskum tíðindaportali, sum fyri fyrstu ferð savnar alt innihald frá føroyskum politiskum bloggum og heimasíðum á einum stað Alsamt fleiri politikarar hava egnan blogg á internetinum, og flestu politisku flokkarnir leggja stóra orku í at hava ein livandi tíðindaflutning á teirra heimasíðum. Men tað knípur at fáa vanliga internetbrúkaran at leita inn á hesar síður, og tey sum hava áhuga, mugu dagliga leita sær inn á tíggjutals ymiskar internetsíður fyri at finna nýggjastu tíðindini. Hetta ætlar ein nýggjur politiskur tíðindaportalurin, val.fo, at broyta.
Sambært stigtakarunum er tað ikki av tilvild, at Val.fo kemur út júst nú. Kommunuvalið stendur fyri framman, og valevnir nýta alsamt meira internetið at bera teirra hugsjónir fram og koma í samband við veljarar. Men stórur munur er á hvussu nógva fíggjarliga orku valevnini hava til at lýsa við teirra heimasíðu ella bloggi, og tí fara nógvar politiskar greinar á internetinum mestsum ólisnar afturvið borðinum.
- Vit vóna, at Val.fo kann styrkja beinleiðis sambandið millum veljarar og fólkavald, soleiðis at øll kunnu koma til orðanna og vera hoyrd, sigur Hergeir Vang, sølu- & marknaðarleiðari á Sp/f Internettænastur, sum hevur ment Val.fo.
Nýggi portalurin partapolitiskt óheftur, og velur ikki út í tí tilfari, sum kemur á síðuna.