Nýggjur Porsche Boxster

Í november kemur ein nýggjur Porsche Boxster á marknaðin. Boxster er tann minsti og bíligasti Porsche, og er hann samstundis ein tann best koyrandi sportsbilur á marknaðinum

Hóast nýggir Porsche bilar ikki verða seldir her um okkara leiðir, eru teir altíð áhugaverdir, tí teir eru fyrimyndir hjá so nógvum øðrum sportsbilum.

Porsche Boxster verða gjørdir í útgávunum Boxster og Boxster S. Báðir hava teir 6-syl. boxermotorar. Boxster hevur ein 2,7 litur við 240 hk, sum koyrir frá 0-100 km/t upp á 6,2 sek, og Boxster S hevur ein 3,2 litur við 280 hk, og koyrir frá 0-100 km/t upp á 5,5 sek. Toppferðin er ávikavist 256 og 268 km/t.

Í mun til forgangarin líkist nýggi Boxster meira tí størra Porsche 911. Tað sum er eyðkent fyri Porsche bilarnar er serliga ljóðið frá 6-syl. boxermotorunum, sum sita aftan í bilunum, og koyrieginleikarnir sum eru í einum klassa heilt fyri seg. Boxster hevur tó motorin framman fyri bakaksilin.

Boxster við 2,7 litur motori hevur 17" hjól, og Boxster S við 3,2 litur motori hevur 18" hjól sum standard.

Boxster er ein tann tryggasti sportsvognurin í sínum klassa. Sum tann fyrsti "roadster" hevur hann airbag-skipanir, sum t.d. verja høvdið undir einum samanstoyti.

Á danska marknaðinum byrja prísirnir við kr. 900.000,-