Nýggjur poppur frá Aria

Um eina viku kemur nýggja fløgan hjá Aria. Á fløguni eru 12 sangir frá poppbólkinum úr Klaksvík

Nú skal tað verða. Eftir at hava nátt fram millum tríggjar teir bestu bólkarnar í Prix Føroyum og eftir at hava sitið á ovastu rók á 15 teimum bestu, gevur popbólkurin Aria nú sína fyrstu fløgu út.

»After these messages«, sum fløgan kallast, kemur á føroyska fløgumarknaðin næsta fríggjadag - tann 26. mars.

Á nýggju fløguni verða 12 sangir sum spenna víða. Pláss er bæði fyri regulerum popsangum, balladum og meira avbjóðandi tónleiki, har fleiri tónleikastílir eru blandaðir saman.

Sangir, sum bólkurin hevur framført til dans og konsertir kring landið og í Prix Føroyum 97, eru við, men millum skeringarnar á nýggju fløguni eru eisini spildurnýggir sangir, sum eru gjørdir júst til fløguna.

Umframt at hava spælt nógv til dans og konsertir seinastu árini hevði Aria eisini ein sang við á Rock í Føroyum 2 frá 1997. Tá náddi sangurin hjá teimum, »Shadow of á Doubt«, sum er ein still ballada, heilt upp á ovastu rók.

Tað eru limirnir í Aria, sum sjálvir hava gjørt og lagt tónleikin á nýggju fløguni til rættis.

Upptøkurnar eru gjørdar í Studio Pegasus í Klaksvík, Óli Poulsen hevur ljóðblandað tónleikin í Feedback Recordings í Århus, og tað er plátufelagið Tutl, sum gevur út.