Peugeot 307 hevur fingið eina sonevnda facelift við t.d. nýggjum designi framman, nýggjum lyktum og fleiri broytingum í kabinuni.
Bilurin fæst við trimum ymiskum bensinmotorum við ávikavist 88, 109 og 140 hk, og trimum Hdi-dieselmotorum við ávikavist 90, 109, og 136 hk. Størru dieselmotorarnir hava innbygt sótfiltur.
Standard-útgerðin er sera umfatandi við t.d. tokulyktum, ESP (Elektrionisk Stabilitets Program), EBD (Elektronisk Bremsekraftfordeler), EBA (Emergency Brake Assistant), og 6 airbag.
Peugeot 307 verður gjørdur sum hatchback við 3 og 5 hurðum og sum stationcar og SW.
Prísir úr kr.: 187.000









