Í komandi viku koma Jay Flatley stjóri og David Bentley granskingarstjóri í Illumina til Føroyar við tí í hyggju at verða partur av at lyfta FarGen verkætlanina
Í nógv ár hevur verið tosað um ílegugransking í Føroyum. Verktætlanin FarGen hevur sett Føroyar á altjóða breddan hesum viðvíkjandi, við tíðindum í m.a. The Times, Science og Fox News, tí talan er um fyrsta land í heiminum, sum ætlar at ílegulesa sínar borgarar.
Gransking í mannaílegum er í stóran mun heilsuvísind, men talan er eisini um ein stóran vinnugeira. Heilsuvinna er ein av skjótast vaksandi vinnugeirunum og kann FarGen eisini verða byrjanin til heilsuvinnu í Føroyum.
Verður verkætlanin veruleiki verður stórur tørvur á veitingum frá øðrum vinnugreinum m.a. KST loysnum, veitingum og viðlíkahaldi, og verður talan um loysnir, sum koma at hava stórar altjóða marknaðarmøguleikar.
Grundleggjandi førleikarnir FarGen byggir upp kunnu somuleiðis fáa stóran týdning fyri aðrar vinnur m.a. fiski- og alivinnuna og verða grundarlagið fyri eini vaksandi biotøknivinnu í Føroyum.










