Nýggjur Opel Zafira

Leygardagin 14. januar var opið hús hjá Auto Service í sambandi við at nýggjur Opel Zafira er komin á marknaðin. Talan er um Zafira Tourer, sum er ein heilt nýggur 7-persónabilur, ið er bygdur upp á komponentar frá bæði Opel Insignia og Astra.

Bilurin er størri enn forgangarin við designi í nýggjasta Opel stíli, liðiligari innrætting og komfortablum koyrieginleikum.

Hesin er triðja generatión av Opel Zafira, sum upprunaliga frá 1999 og var fyrsti 7-persónabilur í sínum klassa. Bilurin kann síggjast og roynast hjá Auto Service.