Nýggjur Opel Agila í 2008

Ein heilt nýggjur Opel minibilur kemur á marknaðin á vári 2008.

Á altjóða bilaframsýningini í Frankfurt i september 2007 verður ein heilt nýggjur

Opel Agila sýndur fram.


Opel Agila var annars sami bilur sum Suzuki Wagon R, sum báðir vórðu gjørdir á somu verksmiðju í Pólandi.


Nýggi Agila verður ein minibilur, sum verður gjørdur til býarkoyring og kemur á marknaðin á vári 2008.


Agila verður eitt sindur hægri, men bæði styttri og smalri enn Opel Corsa og verður harvið minsti Opel persónbilur á marknaðinum.


Agila kemur at fáast við tveimum benzinmotorum: 1,0 litur við 65 hk og 1,2 litur við 86 hk, umframt einum 1,3 litur dieselmotori við 75 hk og partikulfiltri. Bilurin kemur at kunna fáast við øllum trygdarpakkanum hjá Opel við m.a. seks airbag og ESP.