Nýggjur og størri Yaris

Toyota eru komnir á marknaðin við einum nýggjum Yaris, sum er triðja generatión, síðan fyrsti Yaris kom í 1999.

Nýggi Yaris er 10 cm longri enn forgangarin og hevur betri beinpláss við baksetrini.  Yaris fekk fimm stjørnur í EuroNCAP krasjtestunum og hevur trygdarútgerð sum í teimum størru Toyota við t.d. TRC-antispin og VSC (Vehicle Stability Control). Yaris er sostatt ein av tryggastu bilum í sínum flokki. Bæði bensin- og dieselmotorarnir eru sera framkomnir, reinir og orkusparandi. Designið er í sama stíli sum fleiri av nýggju modellumum hjá Toyota.