Nýggi Avensis er bæði longri og breiðari enn forgangarin. Aksilfrástøðan er eisini økt við 7 cm. Tá Toyota Carina bleiv til Avensis fyri umleið fýra árum síðan, vóru ikki tær stóru designbroytingarnar at síggja. Hesaferð er talan um ein heilt nýggjan bil. Tað verður alt meira vanligt at firmabilar og familjubilar hava sportligar koyrieginleikar. Vit hava sæð tað í fleiri av teimum nýggju bilunum, sum eru komnir á marknaðin í seinastu árini. Til undirvognin á nýggja Avensis hava Toyota brúkt sama koncept sum til sportvognin Celica. Tað eru ikki einans koyrieginleikarnir, teir hava gjørt nógv burturúr, designið er nýtt og í smartum evropeiskum stíli. Avensis er teknaður á ED2-designteknistovuni í Fraklandi, sum eisini hava teknað Yaris og Corolla. Avensis verður gjørdur í Burnaston í Onglandi. Nógv er eisini gjørt við, at bilurin skal verða so ljóðleysur sum gjørligt. Til tað hava teir brúkt nýtt ljóðdoyvandi tilfar, sum vigar nógv minni enn vanligt. At bilurin er sera væl gjørdur merkist bæði innan og uttan.
Bilurin fæst við tveimum ymiskum bensinmotorum, einum 1,8 litur við 129 hk og einum 2,0 litur við 147 hk, og einum 2,0 litur D-4D common-rail dieselmotori við 116 hk. Seinní í ár fæst hesin motorurin við nýggja umhvørvisvinarliga D-CAT filtrinum, sum minkar munandi um dálkandi útlátið frá útstoytinum. Bilurin fæst í útgávunum Terra, Sol og Executive. Standard útgerðin er sera umfatandi, so sum el-síðuspegl, hiti í setrunum og aircondition. Annars fæst bilurin eisini við t.d. við leðurratti, leðursetrum, 17" alufelgum, fartpiloti, Xenon-lyktum og el-stilling av setrunum. Umframt airbag framman, í síðunum og gardinairbag, hevur Avensis airbag til at verja knøini á bilføraranum við ein samanstoyt. ABS, EBD og antispinn er standard í øllum útgávunum. Bíligasti Avensis, 1,8 Terra, kostar kr. 244.600,-
Toyota Avensis 2.0 Sol VVT-i sedan
Motorurin2.0 litur VVT-i 4 syl. 16V og 147 hk
v. beinleiðis bensininnspræning
0-100 km/t9,4 sek
Bensinnýtsla12,3 km/l
Dekkstødd205/55-16
Stødd og vekt
Longd463,0 cm
Breidd 176,0 cm
Hædd148,0 cm
Eginvekt1300 kg
Totalvekt1900 kg
Prísurkr. 278.600
SøluumboðReyni Service
Vegurin Langi
FR-188 Hoyvík
Tel. 343040
www. reyniservice.fo