Bæði innan og uttan er nýggi Primera ein smartur bilur, sum kemur at gera um seg millum kappingarneytarnar. Bilurin er bygdur yvir ein heilt nýggjan plattform og er nakað størri enn forgangarin. Størsta broytingin innan er at instrumentini eru í miðjuni á instrumentborðinum, og allar funktiónirnar eru eisini í eini konsoll í miðjuni.
Fýra motorstøddir
Fýra ymiskir motorar verða at velja ímillum: 1.6 ltr.16V við 109 hk, 1.8 ltr. 16V við 116 hk, 2.0 ltr.16V við 140 hk og ein 2,2 ltr. commonrail dieselmotorur við 126 hk. Teir, sum hava royndarkoyrt dieselmotorin, siga, at hann kraftar sera væl og larmar lítið. Sum tann einasti í sínum klassa kann Primera leverast við fartpiloti, sum altíð heldur røttu frástøðuna til bilin sum koyrir frammanfyri.
Sedan, stationcar og hatchback
Við nýggja Primera hava Nissan gjørt alt fyri at sameina sportligar og komfortablar koyrieginleikar í einum elegantum bili. Tá Primera kemur á danska marknaðin í mars, verður tað sum sedan og stationvognur, og í august kemur ein hatchback við fimm hurðum. Frá bilasøluni hjá Meinhardt Arge verður sagt, at nýggi Primera verður her hjá okkum um hálvan mars.










