Fríggjakvøldið 8. februar letur ein nýggjur náttklubbi upp í Havn. Nýggja staðið hevur fingið heitið Luux og er ætlað teimum vaksnu.
Tað er fyrrverandi Garðurin, sum nú er karmur um nýggja náttklubban, ið er í tveimum hæddum. Í niðaru hæddini verður ein cocktailbar við dempaðum tónleiki, har fólk kunnu keypa sær forkunnugar drykkir og sita niðri og práta. Í ovaru hæddini verður dansur og diskotek.
Rúni Djurhuus, sum er ein av eigarunum, sigur, at eftirspurningur hevur leingi verið eftir einum slíkum stað.
- Seinastu árini havi eg merkt ein stóran tørv á einum náttklubba, sum er fyri tey, sum kenna seg ov gomul til Rex og ov ung til klubbarnar. Í summar royndu vit nakrar ferðir at hava diskotekkvøld fyri teimum 30-50 ára gomlu, og tað eydnaðist so mikið væl, at vit eru vísir í, at fólk fara at koma í Luux, sigur Rúni Djurhuus. Aldursmarkið er ásett til 25 ár.
- Gestirnir kunnu verða vísir í, at vit eisini halda hetta aldursmarkið, tí málbólkurin er tey, sum eg vil kalla tey ungu vaksnu, greiðir Rúni Djurhuus frá.
Tað serliga við nýggja náttklubbanum er, at fólk sleppa ikki inn, um tey ikki eru væl klødd.
- Luux hevur dresscode. Tað merkir, at vit loyva ikki fólkum inn, sum eru í eitt nú hettutroyggju og í keppi. Tað merkir ikki, at gestirnir bert sleppa inn, um tey eru í klædningi ella fínum kjóla, men vit ynskja bara at hava ein náttklubba, sum er á einum ávísum høgum støði, sigur Rúni Djurhuus.
Føst avtala er gjørd við kenda orkestri Rox, sum fer at spæla eina ferð um mánaðin.
- Vit hava gjørt tað soleiðis, at atgongumerki til Luux kann eisini brúkast til Rex, soleiðis, at tá diskotek er í Luux, kunnu gestirnir fara yvir í Rex, har tað kanska tað kvøldið er dansur við orkestri, sigur Rúni Djurhuus.
Luux letur upp fyrstu ferð nú fríggjakvøldið.










