Nýggjur modell-flokkur

Rumenska Sanziana Buruianas hevur stovnað politiska flokkin Romanian Models Party, og stevnuskráin er milt sagt eitt sindur undarlig. Tað er neyvan nakað at ivast í, at nýggi flokkurin í Rumenia, Romanian Models Party, fer at fáa nakrar atkvøður ? í hvussu er frá mannliga partinum av veljarunum.

Flokkurin hevur bara modellir sum valevni, men áðrenn kvinnur og menn seta sín kross fyri flokkin, er vert at skeita eitt sindur í tey lógaruppskot, sum flokkurin vil arbeiða fyri.

Til dømis skal ein sonevndur fitiskattur áleggjast øllum teimum, sum viga ov nógv. Tað skal kosta teimum 10 evrur um mánaðin fyri hvørt kilo, tey viga ov nógv.

Ótrúskapur verður sektaður við 100 evrum, skemtisøgur um blondinur skulu geva fongsulsrevsing og so skulu allir ferðaleiðarar verða kvinnur í bikini ? fyri at økja um ferðamannatalið.

Tað skrivar ekstrabladet.dk.

Nýggi floksleiðarin, Sanziana Buruianas, gevur hetta skotsmál til verandi politikarar:

- Vit skulu skifta allar teir feitu tinglimirnar út við persónar, sum gagna landsins umdømi!