Mitsubishi Colt komu fyrstu ferð á marknaðin í 1962 og til Evropa í 1978. Nýggi Colt, sum nú kemur á marknaðin, er eitt úrslit av samstarvinum millum Mitsubishi Motors og DaimlerChrysler.
Bilurin er ein hatchback við 5-hurðum, sum verður bygdur á NedCar verksmiðjuni í Hálandi saman við Smart Forfour.
Colt er ein rúmligur 5-persónabilur við liðiligari innrætting, har baksetrini kunnu flytast aftur og fram ella heilt takast úr bilinum. Høgt er til loftið og gevur tað størri rúm bæði aftan framman.
Tríggir MIVEC bensinmotorar verða at velja ímillum: 1,1 litur, 1,3 litur, og 1,5 litur. Seinni kemur ein 1,5 litur commonrail dieselmotorur. Eisini verður ein 6-trins autumatgirkassi á skránni.