Nýggjur minibilur frá Subaru

Subaru koma seinni í ár á marknaðin við nýggja minibilinum Justy, sum er tann minsti Subaru á evropeiska marknaðinum

Minibilurin Subaru Justy hevur ikki áður verið partur av Subaru skránni her um okkara leiðir. Men síðst í hesum árinum ella um árskiftið kemur ein heilt nýggjur Subaru Justy á marknaðin.


Hesin verður drivin av forhjólunum og hevur ein umhvørvisvinarligan 1.0 litra bensinmotor við 70 hk. Justy er ein lítil og praktiskur bilur sum annars verður væl útgjørdur. Bilurin er 3.61 m langur, 1.67 m breiður og 1.55 m høgur. Aksilfrástøðan er 2.43 m.


Frá Berg Motors verður sagt, at Subaru Justy kemur at kosta umleið 160.000 krónur.