Nýggjur Mercedes í hýruvognsklassanum

Mercedes E-klassin, ið eru best kendir sum hýruvognar í Evropa, koma nú við heilt nýggjum modelli. Tað hevur kostað Mercedes 14 milliardir krónur at gera bilin, ið er ein av heimsins mest aerodynamisku bilum í sínum klassa.


Onki bleiv spart tá designarar og teknikkarar hjá Mercedes gjørdu nýggja avloysaran fyri tann sera væl umtókta E-klassan. Hóast bilurin ikki er vorðin størri, er hann tó rúmligari enn forgangarin, og viðførisrúmið er vaksið frá 500 til 540 litrar. E-klassin fæst nú við SBC (Sensonic Brake Control) bremsuskipan, har onki mekaniskt samband er millum bremsupedalin og bremsuklossarnar. Bilurin fæst í hesum útgávum og motorstøddum: E-240 við 177 hk, E-320 við 224 hk og E-500 við 306 hk, og í dieselútgávunum E-220 CDI og E-270 CDI. Seinni kemur ein 4.0 litur V8 turbodiesel við 250 hk.