Nýggjur Mazda5 á Paris Motor Show

Á stóru bilaframsýningini, Paris Motor Show, sum letur upp fyri almenninginum 25. september, verður ein heilt nýggjur Mazda5 MPV-bilur, sum kemur á marknaðin um eitt ár

Mazda Motor Corporation avdúka longu nú ein heilt nýggjan Mazda5, sum kemur á marknaðin um eitt ár.

Talan er um ein spennandi smartan MPV við sera liðiligari innrætting og sitiplássum til seks vaksin plus eitt barn. Bilurin hevur breiðar dragihurðar á báðum síðum.

Mazda5 verður bæði praktiskur og sportsligur við komforti á høgum støði.

Ikki eru nógvir upplýsingar komnir um bilin enn, men í tíðindaskrivi frá Mazda Motor Danmark verður sagt, at fýra motorar vera at velja ímillum - tveir bensin og tveir common-rail turbodiesel.