Nýggjur Mazda5

Á bilaframsýningini í Genéve í mars frumsýna Mazda ein spildurnýggjan Mazda5, sum eftir ætlan kemur á marknaðin í heyst

Mazda5 verður frumsýndur í eini heilt nýggjari útgávu á Genéve Motor Show í mars. 2.0 bensinútgávan av Mazda5 fær i-stop (stop & go) og eina nýggja innspræningsskipan sum saman við 6-trins girkassanum gevur 15 prosent lægri bensinnýtslu og tilsvarandi lægri CO2-útlát enn forgangarin. Sambært Mazda verður hesin tann mest økonomiski MPV í sínum klassa.


Núverandi Mazda5 hevur verið á marknaðinum síðan 2005, tá hann avloysti tvey Mazda modell: Mazda Premacy og Mazda MPV.