Nýggjur Mazda3

Flott design og sportligir koyrieginleikar eyðkenna nýggja Mazda3, sum er vorðin ein lættari, økonomiskari og reinari bilur. Mazda3 kemur á føroyska marknaðin í november.

Mazda3, sum fyrstu ferð varð presentaraður í 2003 og bleiv ársins bilur í Danmark 2004, er nú avloystur av einum heilt nýggjum Mazda3.


Nýggi Mazda3 er gjørdur eftir sama konsepti sum forgangarin, men hesin er munandi meira sportligur, bæði hvat designi og koyrieginleikum viðvíkur. Serliga nógv er gjørt við ljóðdoyving, fyri at sum minst hoyrist til motorin og dekkini undir koyring.


Mazda3 er týðiliga inspireraður av konseptbilunum, sum Mazda hava sýnt fram á bilaframsýningum kring um í heiminum seinastu árini. Bilurin er eyðkendur við stórum opnum kølaragittari og linjum frá t.d. sportbilinum Mazda RX-8.


Í fyrstu atløgu fæst Mazda3 við tveimum bensinmotorum: 1,6 við 105 hk og 2,0 við 150 hk, og tveimum dieselmotorum: 1,6 DE við 109 hk og 2,2 DE við 185 hk.


Nýggi Mazda3 er lættari enn forgangarin, og motorarnir brúka munandi minni av brennievni, eins og CO2 útlátið er lægri. 2.0 bensinútgávan hevur i-Stop sum standard. Talan er um eina skipan har motorurin automatiskt slóknar, tá bilurin stendur stillur, og startar aftur tá fóturin nemur spitaran.


Eins og forgangarin verður hesin gjørdur sum hatchback við fimm hurðum og sum sedan. Mazda3 kemur á føroyska marknaðin í november.