Nýggjur Mazda2 í Geneve

Á altjóða bilaframsyningini í Geneve í mars verður ein nýggjur Mazda2 avdúkaður. Talan er í fyrstu atløgu um ein hatchback við 5 hurðum

Ein heilt nýggjur Mazda2 hevur heimspremieru á altjóða bilaframsyningini í Geneve
frá 6. til 18. mars 2007.
 
Núverandi Mazda2 verður gjørdur saman við Ford Fiesta í Valencia í Spania, men hesin nýggi verður framleiddur í Japan.
 
Bilurin verður gjørdur í sama væl umtókta ”zoom-zoom” stíli, sum byrjaði við Mazda6 í 2002, síðan komu Mazda3 og Mazda5. Nú stendur so Mazda2 fyri tørni.