Nýggjur margmiðlaskattur

Danska stjórnin hevur saman við Dansk Folkeparti gjørt av, at frí telefon, internet og heimatelda nú skal skattast Talan er um part av nýggja skattareforminum, sum tingast hevur verið um seinastu tíðina.

Undan hesum hevur skipanin verið tann, at fólk lutvíst hava verið skattað av fríari telefon, meðan breiðband og heimatelda, sum arbeiðsgevarin hevur goldið, ikki hava verið skattað.

Sambært nýggja uppskotinum verður lønmóttakarin skattaður av 5.000 krónum um árið - líkamikið, hvørjar av hesum trimum ágóðunum arbeiðsgevarin rindar fyri.

Sambært upplýsingunum eru í dag á leið 280.000 danir, sum fáa breiðbandið við hús goldið av arbeiðsgevaranum. Roknað verður við, at samlaða skattainntøkan av nýggja átakinum verður millum 500 og 750 milliónir.

Hóast harða mótstøðu hevur stjórnin hildið fast við hendan partin av nýggja skattalógaruppskotinum. Millum annað tí tað er munandi lættari at umsita eina skipan, har skattingin er tann sama hjá øllum.