Nýggjur maður er á TB liðnum

Hjá Víkingi er Philip Djordjevic millum teir fyrstu ellivu

Fótbóltslagið er fínt á Tvøroyri og TB leguni. Gongdin higartil hevur verið væl betri, enn tey flestu mundu hava roknað við. TB hevur vunnið tvær ferð, tveir dystir eru endaðir javnir, og bara einaferð er TB farið av vøllinum uttan úrtøku.

Í dag er Víkingur gestur við Stórá í Trongisvági. Víkingarnir avspákaðu sunnudagin, tá ið vindurin var orsøk til, at eingin dystur var í Sarpugerði, har B36 var gestur.

Víkingaliðið er væl mannað við Stórá. Í dag er Philip Djordjevic, sum annars hevur verið nógv á beinkinum, millum teir fyrstu ellivu. Dion Splidt er á beinkinum eitt nú saman vð Milan Svojic, meðan Gunnar Vatnhamar hevur sentralan leiklut á miðvøllinum. Elias Lervig er vongverji í høgru.

Hjá TB er ein gamal kenningur, sum ikki hevur verið við í ár, millum teir fyrstu ellivu. Tað er Teitur Olsen, sum í fjør var liðformaður og høvuðsálit í miðverjuni. Hann avloysir liðformannin higartil í ár, Poul Ingason, sum hevur verið sera væl upplagdur í miðverjuni. Í dag er hann leikbannaður.

Veljko Vukovic er framvegis skaddur.

Fyrsta bríksl við Stórá er klokkan 15.