Nýggjur mótahandil á Norðskála

Hósdagin í næstu viku letur upp ein nýggjur mótahandil á Norðskála. Tað er Anna Maria Zachariasen, sum stendur fyri handlinum við navninum Brá. Hesa vikuna hava tær hildið fram við at pakka út vøruna, sum fólk fáa høvið at síggja og keypa seinni í mánaðinum.

Norðskáli: Tað er langt til næsta klædnahandil, og tí hevur Anna Maria Zachariasen sett sær hetta fyri at lata upp ein handil miðskeiðis í landinum.
Hon hevur sjálv arbeitt í 10 ár í Handilskjarnanum í Havn, men hevði nú hug at royna okkurt nýtt  og fyri seg sjálva.
- Eg hevði hug at royna við einum handli her norðuri, tí eg haldi at tað er tørvur á einum slíkum handli í hesum økinum, sigur Anna Maria.
Hon hevur longu merkt til áhugan hjá fólki fyri handlinum. Tað skilst á henni, at tey eisini eru sera positiv og ikki minst spent til tann 29., tá handilin letur upp.
Hvønn einasta dag koyra túsundtals bilar eftir brúnni um Streymin, og í økinum, har handilin hjá Onnu Mariu er, liggur frammanundan ein stórur matvøruhandil og ein kaffistova.
- Tað eru ikki øll, sum keypa í Havn. Nógv koma eisini út á bygdirnar at keypa, so tí vænti eg mær eisini kundar aðrastaðni frá, sigur ein spent Anna Maria.
Í Brá fer at bera til at fáa barnaklæðir, ungdómsklæðir og annars klæðir til kvinnur. Harraklæðir eru eingi enn, men nakað av skógvum verður selt her.
- Kanska tað kemur seinni, sigur hon.