Fótbóltur
NSÍ tykist veruliga hava brynjað seg út til komandi kappingarár. Her fyri stóð greitt, at Jónhard Fredriksberg og Nenad Stankovic koma til felagið av Skála, og longu tá varð boðað frá, at enn var ikki liðugt at styrkja um hópin. Í øllum førum skuldu bæði áleypari og verjuspælari koma afturat.
Ein Stankovic afturat
Í gjár stóð greitt, at áleyparin verður Anderson, sum higar til hevur gjørt um seg hjá B68. Anderson hevur til tíðir víst seg sum ein tann vandamesta áleyparan í føroyskum fótbólti, og megnar hann at halda seg skaðafrían, verður hann uttan iva ein fongur hjá NSÍ.
Meira óvæntað er, at NSÍ nú eisini hevur gjørt sáttmála við útlendskan málverja. Hesin eitur Predrag Stankovic, og er beiggi at Nenad, sum ætlandi skal stýra NSÍ-miðvøllinum.
Okkum hevur ikki eydnast at fáa viðmerkingar frá Andreas Lamhauge, formanni í NSÍ, men sum skilst, so er ætlanin tó ikki, at hesin her og nú skal loysa Jens Martin Knudsen av í málinum. Veteranurin hjá NSÍ er kanska ikki longur partur av spælarahópinum á landsliðnum, men í Runavík er lítil ivi um, hvønn status hann hevur.
Enn restar so verjuspælarin, sum felagið tosaði um, og so er spurningurin, hvat navn tá verður avdúkað.