Tað verður nýggjur maður millum stólparnar, tá ið Skála við Eyðuni Klakstein sum nýggjum venjara fer at bjóða av í bestu deildini.
Nýggjur málverji er 20 ára gamli Karstin Hansen, sum higartil bara hevur umboðað barndómsfelagið NSÍ.
Síðsta kappingarár vardi hann NSÍ málið í átta landskappingardystum í bestu deildini. Tað var, tá ið Símun Rógvi Hansen, sum annars verður roknaður at vera fastur maður millum NSÍ stólparnar, var skaddur.
Karstin Hansen varð roknaður at vera so mikið stinnur málverji síðsta kappingarár, at hann í heyst vardi málið á U-21 landsliðnum í trimum dystum. Hann vann plássið í kapping við Elias Rasmussen, málverjan hjá FM vinnarunum í Víkingi.
Karstin Hansen hevur spælt fýra ferðir á U-19 landsliðnum og seks ferðir á U-17 landsliðnum.
Sambært upplýsingar frá Skála Ítróttarfelag, so hevur felagið leigað Karstin frá NSÍ í 2018.









