Nýggjur málverji í Sørvági

KÍ hevur teir somu ellivu á vøllinum sum síðsta sunnudag vóru við frá byrjan

Klokkan 18 bríkslar Dagfinn Forná fyrstu ferð á Dungasandi í Sørvági, har toppliðið KÍ er gestur hjá 07 Vestur, sum er niðast á støðutalvuni.

 

Nýggjur maður er í heimamálinum. Higartil hevur Ivan Stojkovic vart málið. Í kvøld er hann á beinkinum, meðan Silas Eyðsteinsson, sum undanfarnu ferðirnar hevur verið á beinkinum, í kvøld verjir 07 Vestur málið.

Tór-Ingar Akselsen og Ken Fagerberg eru millum teir fyrstu ellivu, meðan Niels Mouritsen og Jón Krosslá Poulsen eru á beinkinum.

 

KÍ liðið er mannað við teimum somu ellivu, sum vóru við frá byrjan ímóti AB. Harvið eru Jákup B. Andreasen, sum hevur verið skaðadarvaður, og Hjalgrím Elttør millum teir, sum sita á beinkinum.