Mikukvøldið stóð Tórsvøllur sína fyrstu veruligu roynd sum konsertstað. Høvið var framførslan hjá heimskenda sangaranum Bryan Adams, sum var komin til Føroya at spæla fyri fyrstu ferð. Upprunaliga var ætlanin, at Tórsvøllur ikki bert skuldi brúkast til altjóða fótbóltsdystir, men eisini til konsertir av hesum slagnum. Áðrenn mikudagin hevði eingin stór konsert tó verið á Tórsvølli, men nú fekk Havnin eina ordiliga stadionkonsert - og tað var í tøkum tíma.
Umstøðurnar á Tórsvølli vóru heilt góðar. Innflutta gólvið, sum varð lagt á grasvøllin, riggaði væl, og kringumstøðurnar vóru sum heild verdugar einari stadionkonsert. Tað var eisini eitt gott hugskot at avmarka økið eitt sindur, so at tað ikki kendist so stórt, tí tað skulu nógv túsund fólk inn á leikvøllin, áðrenn hann verður fullur.
Konsertin við Bryan Adams mikukvøldið eydnaðist stak væl. Fleiri enn 5.500 fólk vóru til konsertina – og føroyingar settust ikki aftur, fyri tað um konsertin var klokkan 18.00 eitt mikukvøld. Góða veðrið gjørdi tað sjálvsagt hugaligari, men áhugin fyri konsertini var til staðar, og tað skapar eisini spennandi møguleikar fyri framtíðina.
Eftir konsertina mikukvøldið má niðurstøðan verða, at Tórsvøllur hevur verið til próvtøku, og vøllurin stóð próvtøkuna væl og virðiliga. Nógv skal byggjast upp til eitt nýtt konsertstað av hesum slagnum, men fyrireikararnir komu væl frá fyrstu uppgávuni. Einasta stóra minussið var, at ljóðanleggið ikki spældi harðari, so at rocktónleikurin hjá Bryan Adams bæði hoyrdist og merktist. Hetta kann gerast betur næstu ferð.
Møguleikin við stadionkonsertum er, at tað verður gjørligt at fáa stór tónleikanøvn til Føroya at spæla. Hetta sama hava føroysku festivalarnir eisini megnað at gjørt seinnu árini, og nú er stórur pallur komin afturat føroyska tónleikalívinum. Avmarkingin er sjálvsagt, at mobiliseringin til eina slíka konsert er so stór, at hetta letur seg ikki gera ofta. Ein ella tvær slíkar konsertir um árið verða ivaleyst nóg mikið, men vit kunnu so fegnast um, at hesin nýggi møguleikin nú er til staðar.
Herðaklapp til stigtakarar og øll tey, sum stílaðu fyri. Og góða eydnu eina aðru ferð.