Nýggjur ljóðbókalisti

TíÐindaskriv

Ljóðbókalistin er nú komin út av nýggjum. Hetta er ein endurskoðaðað útgáva av listanum, sum kom út í 2001. Bóklingurin, sum er 159 blaðsíður, er eitt yvirlit yvir tær bøkur, sum Býarbókasavnið eigur, lisnar á band. Onkrar bøkur eru farnar úr savninum, og aðrar eru komnar. Til hvørja bók er ein stutt lýsing, har greitt verður frá innihaldinum. Harafturat er gjørt eitt yvirlit, har skaldsøgurnar eru býttar upp eftir evni, t.d. kærleikssøgur, krimisøgur, familju- og ættarsøgur, fremmand lond, kríggj og sjólív. Hetta kann vónandi gera tað lættari at finna eina hóskandi bók.
Tað tykist, at fólki dámar væl at lurta eftir føroyskum tilfari. Vit kunnu fegnast um, at fleiri føroyskar ljóðbøkur eru komnar út tey seinastu árini. Meginparturin er føroyskar skaldsøgur og fevnir bæði um upprunaliga føroyskar bøkur og týddar. Annars er mest talan um siðsøguligt tilfar og endurminningar. Í seinastuni eru nakrar føroyskar ljóðbøkur komnar á fløgu. Tær eru ikki við í listanum í hesi útgávuni, men verða eisini læntar út.
Savnið av donskum ljóðbókum er rættiliga stórt. Nógv ymiskt sløg av skaldsøgum eru, bæði nýggjar og klassiskar. Av øðrum bókum kunnu nevnast ferðafrásagnir og endurminningar.
Øll kunnu læna ókeypis á Býarbókasavninum, og sent verður um alt landið. Fólk, sum ikki sjálv kunnu koma á bókasavnið, kunnu senda onkran fyri seg. Eisini ber til at ringja ella skriva, og vit senda bøkurnar.
Ljóðbókalistin fæst við at venda sær til Býarbókasavnið. Ringi tlf. 313626 ella skrivið til Býarbókasavnið, Boks 358, 110 Tórshavn. Eisini ber til at nýta teldupost:
byarbok@byarbok.fo
Á heimasíðuni www.byarbok.fo fæst meira at vita um Býarbókasavnið og hvørji tilboð vit hava.