Ein nýggjur Lexus LS 500 var sýndur fram á framsýningini Detroit Auto Show.
Bilurin er gjørdur til beinleiðis kapping við 7-seriuna hjá BMW og Mercedes S-klassan. Hesin er 5,23 metrar langur og er bæði longri, breiðari og lægri enn núverandi Lexus LS.
Lexus LS 500 hevur V6 twin-turbomotor við 421 hk og snúningsmomenti upp á heilar 600 Nm. Við 10-trins automatgirkassa koyrir hann frá 0-100 km/t upp á 4,5 sekund.
Hesin bilurin er til amerikanska marknaðin, men roknað verður við at evropeiska útgávan verður sýnd fram á bilframsýningini í Genève í mars.
Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/