Rúni er 29 ára gamal, sonur Oluffu, f. Pedersen, og Martin Klein Joensen í Syðrugøtu.
Hann er útbúgvin grafiskur prentari og lærdi á Estra í Gøtu.
Seinastu fýra árini hevur hann arbeitt sum sølumaður, fyrst hjá Eysturoyar Heilsølu og síðani hjá Kjølbro Heilsølu.
Hann hevur stóran áhuga fyri ítrótti, serliga fótbólti. Hann hevur verið málmaður hjá GÍ, og á fyrstu deildunum hjá bæði ÍF og NSÍ.
Eisini hevur hann spælt borðtennis og var í nøkur ár næstformaður í hondbóltsfelagnum, Tjaldur.
Rúni hevur stóran áhuga fyri kríatúrum, serliga rossum ? eisini seyði og seyðahundum
Hann er giftur við Beintu, f. Hansen, av Glyvrum, tey eiga tveir synir: Martin, 4 ár, og Ábraham, ið er átta mánaðir.
Rúni tekur nýggja starvið sum eina spennandi avbjóðing. Støðin er ein sonevnd Select-støð. Hetta eru nýmótans støðir, ið leggja dent á at veita kundunum bestu tænastu og eitt stórt úrval, m.a. nýbakað breyð og pylsur. Støðin er serliga kend fyri sínar væl smakkandi hot-dog, sum fólk koma langvegis frá til at keypa.
Rúni sigur, at tað skal verða ein uppliving hjá kundunum at koma inn á støðina í Gøtudali.
Mynd: Jonhard Hammer