1. mars tekur nýggjur leiðari við á Norðoya Kunningarstovu í Klaksvík.
Nevndin fyri Ferðavinnuna í Norðoyggjum avgjørdi í farnu viku, at tað verður Christian Olsen í Klaksvík, sum skal verða leiðari á Kunningarstovuni.
Sjey umsøkjarar vóru til starvið, sum verður fulltíðarstarv.
Fleiri pengar
Arbeiðið á Norðoya Kunningarstovu hevur higartil bygt nógv á áhugan hjá teimum fólkum, sum hava havt við ferðavinnuna at gera.
Í fjør samtykti Klaksvíkar býráð, at játtanin til Kunningarstovuna skuldi hækkast, so møguleiki var fyri at seta fólk í fulltíðarstarv.
Arbeiðið hjá Ferðavinnuni í Norðoyggjum verður lutvíst eisini fíggjað av pengum frá Ferðaráði Føroya.
Ymsar uppgávur
Norðoya Kunningarstova heldur til í niðastu hædd í býráðshúsunum í Klaksvík, og her skal hon eisini halda fram at húsast.
Nýggi leiðarin á Norðoya Kunningarstovuni skal taka sær av tí arbeiði, sum vanliga hoyrir til slíka kunningarstovu.
Harafturat skal hann eisini verða við í arbeiðnum hjá Handilsfelagnum í Klaksvík og avgreiða onkar uppgávur fyri Klaksvíkar kommunu, sum hava við ferðavinnu og ferðing at gera.










