Nýggjur leiðari á kaffistovuni á flogvøllinum

Hotel Vágar hevur tikið yvir kaffistovuna á flogvøllinum.
Hetta bleiv klárt í síðstu viku, og í gjár 1. mai var fyrsti dagur hjá nýggja leiðaranum

Hotel Vágar, sum er granni hjá flogvøllinum, hevur tikið yvir leiðsluna av kaffistovuni »Café 62 gradir norð«. Fyrrverandi stjórin Hans Jørgen Nilsen er givin, og nýggi stjórin eitur Kári Hentze.
Starvsfólkini eru øll søgd úr starvi, men hava fingið tilboð um at forseta hjá Hotel Vágum.
- Vit fara at broyta arbeiðstíðirnar eitt sindur so at tað er meiri fólk til arbeiðis tá nógv er at gera, og minni tá lítið fólk er, sigur Kári Hentze stjóri á Hotel Vágum.
Fyrrverandi stjórin tók alla vøru við sær, so nú eru starvsfólkini á kaffistovuni í ferð við at taka ímóti nýggjari vøru og gera í stand.
- Vit gera reint og stilla upp á hyllirnar, sigur Maria Jacobsen, ið arbeiður í kaffistovuni. Hon hevur fyrr arbeitt sjey dagar og haft frí í sjey dagar. Nú verða arbeiðstíðirnar gjørdar um, so at arbeitt verður fimm dagar í einari viku og tveir í næstu vikuni.

Hækka støði
Kári Hentze stjóri ætlar sær at hækka støði á kaffistovuni. Tað skal vera meiri heitur matur at fáa, men framvegis skal tað ganga skjótt fyri seg.
- Úrvalið skal gerast betri, og støði skal hækkast munandi til altjóða støði, sigur Kári Hentze.
Samstundis skulu sjálvtøku automatir stillast upp so at viðskiftafólkið kann keypa sær okkurt eisini tá kaffistovan er stongd.