Wolfsburg. Komandi ár eru 30 ár liðin síðan fyrsti VW Golf sá dagsins ljós í Wolfsburg í 1974. Síðan eru framleiddir yvir 22 milliónir Golfar.
Tá Golf avloysti gomlu VW bobluna í 1974, varð framleiðslan av bobluni flutt til Mexico. Har hava teir so verið gjørdir fram til 31. juli 2003, tá framleiðslan helt uppat. Boblan varð gjørd í yvir 21 milliónum eindum, so talan er um nógv seldar og væl umtóktar bilar.
Hóast nýggi Golf, sum nú kemur í fimtu generatión, er ein heilt nýggjur bilur, er eingin ivi um at talan er um ein Golf. Hetta verður m.a. gjørt, fyri at tey sum eiga ein Golf ikki skulu merkja, at tey eru sett út á eitt síðuspor, og teirra bilur nú er minni verdur, tí eitt nýtt modell er komið á marknaðin. Tað vísir seg, at Golf kundarnir eru sera trúgvir, og bilarnir halda góðan prís sum brúktir.
VW Golf hevur øll árini verið leiðarin í sínum klassa, sum verður nevndur Golf-klassin, og flestu av kappingarneytunum hava brúkt hann sum fyrimynd. Hóast kappingin hevur verið ómetaliga hørð, og aðrir bilar sum eru komnir á marknaðin hava verið nevndir "Golf-killer", hevur Golfurin yvirlivað og er framvegis leiðari í sínum klassa. Í Wolfsburg verður sagt, at tá fyrsti Golf kom á marknaðin í 1974 hevði hann tíggju kappingarneytar, nú hevur hann yvir hundrað.
Trendline, Comfortline og Sportline
Nýggi Golfurin er vaksin við 5,5 cm í longd, 2,4 cm í breidd og 3,9 cm í hædd. Talan er sostatt um ein størri og rúmligari bil. Serliga aftan er betri beinpláss, og viðførisrúmið er vaksið við 20 litrum til 350 litrar.
Á trygdarøkinum kunnu vit nevna at Golfurin nú hevur seks airbag, og allar fimm nakkapúturnar eru aktivar. Hann hevur t.d. ESP (Electronic Stabilisation Program) og HBA (Hydraulic Brake Assist) og eitt nýtt "multi link" hjólupphang aftan. Nýtt upphang framman og elektromekaniskar róðurgreiðir (Servotronic). Eisini eru nýggir motorar við beinleiðis FSI bensininnspræning og nýggjum 5 og 6 trinsgirkassum.
Golf verður gjørdur í útgávunum Trendline, Comfortline og Sportline. Síðuspeglini hava innbygd blunkljós.
Motorskráin byrjar við 1,4 litur bensinmotorum við 75 hk, síðan er ein 1,6 litur FSI við beinleiðis innspræning og 115 hk, og tveir TDI turbodiesel motorar, annar við 1,9 litur við 105 hk og hin við 2,0 litur við 140 hk . 1,6 FSI og 2,0 TDI hava 6 trins girkassa. Allir motorarnir lúka tey strongu Euro-4 krøvini til umhvørvisvernd.
Eftir at hava royndarkoyrt nýggja Golf´in undir ymiskum umstøðum sum t.d. á krókutum og ósløttum bygdarvegi, í nógvu ferðsluni í býnunum og á týsku motorvegunum er niðurstøðan tann, at talan er um ein sera væl koyrandi bil.
Í forskriftunum til Golf 2,0 FSI við 150 hk stóð, at toppferðin á bilinum var 206 km/t. Bilurin fekk alt hann átti á motorvegnum, ferðin kom upp til nakað yvir 200 km/t í 6. giri. Bilurin var púra tryggur á vegnum, lítið hoyrdist til motorin og hjólini. Elektromekaniska servostýringin lagaði seg soleiðis, at stýringin merkist tyngri og stúttari, so hvørt sum ferðin vaks.
Standardútgerðin í Trendline umfatar m.a. radio við fløguspælara og seks hátalarum, fjarstýrt sentrallás, el-síðurútar, el-síðuspegl við hita, koyriteldu, og rattið kann stillast í hædd og longd. Bilurin fæst eisini við ymiskari eykaútgerð sum t.d. 2 zone Climatic, har tey ferðandi í bilinum ikki nýtast at hava sama hita í høgru og í vinstru síðu. Í bíligastu útgávuni kemur nýggi VW Golf at kosta líka undir 200.000 krónur.










