Nýggjur leiðari í Deres

Fyri jól 2003 bleiv Benny Ejdesgaard í Havn settur sum leiðari í mótahandlinum Deres í SMS.

Benny hevur arbeitt sum sølumaður í ymiskum fyritøkum sum t.d. hjá Frants Restorff og Damfar. Eisini arbeiddi hann sum sjálvstøðugur í nøkur ár.

Síðan nýggja Norrøna kom, hevur hann arbeitt sum shop-manager umborð, til hann nú tók við sum leiðari í Deres.

Benny sigur at leiðarastarvið í Deres er ein spennandi uppgáva. Deres er ein donsk handilsketa, sum hevur handlar í fleiri londum.