Svimjing
Svimjisamband Føroya hevur í dag gjørt avtalu við Petur Heðin á Fløtti um uppgávuna sum landsliðsvenjara komandi árini.
Umframt landsliði er eisini ætlanin at taka uppaftur, meiri miðvíst arbeiði við ungdómsliðnum.
Fyrsta ítøkiliga uppgávan hjá nýggja landsliðsvenjaranum verður tó landsliði sum skal til oyggjaleikir á Isle of Man fyrst í juli.
Petur Heðin á Fløtti er kendur í føroyskari svimjing, bæði sum svimjari og eisini sum formaður í SSF eitt tíðarskeið. Hann hevur seinastu árini verið uttanlanda í útbúgvingarørindum.
Jesper Ottosen sum hevur verið landsliðsvenjari hjá føroyska landsliðnum síðani september 2000 er givin sum landsliðsvenjari.









