Næsta mánað verður farið undir HM-undankappingina, og aftur hesaferð er ein serligur búni snigivin. Hesin varð vístur fram á tíðindafundi í FSF-húsinum í gjár, tá hópurin, sum skal til Portugal í næstum, varð úttikin. Troyggjan er ikki ólík henni, vit hava sæð seinnu árini. Onkrar smáar broytingar eru tó, millum annað er rondin á aðrari ermuni reyð og hin blá. Annars er heimavallartroyggjan hvít sum vant, og útivallartroyggjan blá. Útivallartroyggjan hevur reyða og hvíta rond.










