Jógvan Joensen, sum starvast hjá Inpact, varð í gjár tilnevndur løggildur grannskoðari
Jógvan er føddur í Vík tann 19. oktober 1967, men býr í Tórshavn.
Eftir at hava lokið cand.merc.aud. prógv við Handilsháskúlan í Århus í 1994, hevur Jógvan Joensen starvast á P/F Grannskoðaravirkinum INPACT og hevur hann drúgvar royndir innan grannskoðan, roknskap, umframt ráðgeving innan skatta- og fíggjarviðurskifti. Umframt at leggja eina stóra orku í grannskoðaraarbeiði, hevur Jógvan eisini undirvíst á Handilsskúlanum í Tórshavn. Í nógv ár hevur Jógvan brúkt ein part av frítíðini innan telvingina og er í løtuni formaður í Talvsambandi Føroya.
Jógvan Joensen er giftur við Janet Matras Toftum og hava tey børnini Hjalti (14 ár), Flóvin (7 ár) og Lenu Mariu (6 mðr).