Kunning
Vágar:Kunningarleiðari er settur í Vágum . Tað er tann 31 ára gamli Terji Nielsen úr Havn, sum skal samskipa og siga fólki frá, hvat hendir í Vágum í komandi tíð.
Kunningarstova hevur nøkur ár verið í Vágum. Men umstøður hava ikki verið til at havt fulltíðar sett fólk og tískil heldur ikki opið fulla tíð.
Nú hava kommunurnar í Vágum gjørt av at stuðla Kunningarstovuni við at løna einum fulltíðarsettum leiðara, soleiðis at Kunningarstovan kann vera opin allan dagin.
Samstundis eru Ferðavinnan í Vágum og Vága Vinnufelag løgd saman í eitt felag, sum envnt verður Felagið Vágar. Tað er Felagið Vágar, sum hevur sett nýggja kunningarleiðaran.
Terji Nielsen er 31 ára gamal og ættaður úr Havn. Hann hevur fortíð í ferðavinnuni, har hann hevur arbeitt í eini trý á hjá Smyril Line. Millum annað á incoming deildini hjá felagnum.
Terji Nielsen hevur annars útbúgvin sum lærari og arbeiðir í løtuni sum lærari í Danmark.
Hann flytir heim aftur og tekur við nýgja starvinum tann 1. mars, og fyrsta arpíl er ætlanin, at Kunningarstovan í Vágum skal lata upp í nýggjum líki.
Kunningarstovan hevur higartil hildið til í kommunuhúsinum í Miðvági, har eitt fólk hevur verið til arbeiðs nakrar tímar um vikuna. Mest í summarhálvuni.
?Ætlanin er at fáa onnur og rúmligari høli, men tað er ikki komið heilt upp á pláss enn, hóast arbeitt verður við eini loysn, sigur Heðin Poulsen, formaður í felangum Vágum. Men 1. apríl vænta vit, at tað er í lagi.
Nýggi kunningarleiðarin fer at starvast fulla tíð á kunningarstovuni, umframt at ætlanin er at fáa set eitt fólk afturat í avmarkaða tíð.
?Uppgávan hjá mær verður at gera Vágar meira sjónligar á Føroysakortinum, sigur Terji Nielsen. Vágar skulu gerast ein partur av ferðini hjá útlendingum, sum koma til Føroya.
Hann sigur, at nú fast samband er við meginøkið, er einki, sum forðar fyri, at tað verður líka nátúrligt at búgva á hotelli ella vallaraheimi Vágum sum á hotelli í Havn og ferðast kring landið haðani, vísir nýggi kunningarleiðarin í Vágum á.
Esiini verður ein av uppgávunum at samskipa tiltøk av ymsum slagi, sum vera í Vágum. Tað verið seg bæði fyri ferðavinnu og handilslív. Ítróttarfeløg og hvat nú vera kann, sigur hann.