Nýggjur koyriskúli í Vági

Fyrr í mánaðinum byrjaði koyrilærarin Rólant Joensen ein nýggjan koyriskúla í Vági.

Rólant fekk prógv sum koyrilærari í mai mánað og hevur síðani arbeitt við at byrja koyriskúla. 9. august var fyrsti teori-tímin í nýumvældum hølum í Vági. Á hesum fyrsta holdinum eru 12 næmingar, sum væntandi kunnu taka koyrikortið um einar fimm vikur. Fyri nøkrum árum síðani vóru tað eini 5-6 koyriskúlalærarar í Suðuroynni, men í nøkur ár hevur bara verið ein koyriskúlalærari á Tvøroyri. Bíðitíðin fer helst at styttast, nú Rólant Joensen eisini er farin undir koyriskúla í Vági. Tað eru eini 8-10 ár síðan at koyriskúli seinast var í Vági, skrivar Suðurrás.