Nýggjur kommunulækni við Norðskála

Heilsutrygd hevur sett Heina Harryson í starv sum kommunulækna í Eiðis læknadømi.

Heini Harryson nam sær embætisprógv innan læknafrøði í 2010 og fær væntandi serlæknagóðkenning í almennum medisini 29. februar 2020. Heini Harryson hevur seinasta árið arbeitt í Miðlon, sum liður í serlæknaútbúgvingini.

Heini Harryson tekur við starvinum í viðtaluni við Norðskála 1. apríl 2020.