Nýggjur kommunu-deformur?!?

?Í samband við at nýggjur kommunureformur nú er koyrdur í Tingið til viðgerðar, skal eg bert koma við hesari viðmerkingini:

Torført er at fáa eyga á teir fyrimunir tær komandi 9 kommunurnar fáa av einari samanlegging. Eg skal bara svara fyri okkum í Kvívík at akkurát ONGIN fyrimunur og ongin betring av service til borgarnar verður av eini samanlegging við Vestmanna! Antin leggja Kvívík og Vestmanna saman við Vágum og harvið blíva ein kommuna við sløkum 5.000 borgarum og einari fíggjarætlan upp á kanska 150 mill. ella kunnu vit ákkurát tað sama, framhaldandi verða hesi 600 tandrini sum nú er. Vit klára okkum fínt sum nú er fíggjarliga, við einari inntøku uppá 18-19 mill, her raksturin av kommununi liggur um tær 12 mill. T.v.s. at 6 mill eru til avdrøg og íløgur.?Vestmenningar skulu nokk klára seg, tað hava teir gjørt í yvir stórthundrað ár. Kommunuskuld er komandi og farandi.?Tummas Arabo hevði eina sera viðkomandi grein um at broytingar skulu koma frá fólkinum. Og mær vitandi ganga fólk ikki runt landið og krevja samanleggingar. Tað ið Landstýrið hevur gjørt er, at man setur ein “Serfrøðingabólk” at snikka eitt uppskot til, ið síðani skal smoygjast oman yvir borgarnar! Ivaleyst dugnalig fólk men eg ivist í samansetingini. Hvørjir bólkar eru umboðaðir??Man skuldi jú fara frá smærri kommunum til størri eindir, men sambart úrslitinum frá arbeiðsbólkinum ger man 9 kommunur. Tv.s. at fyrst staðfestir man at t.d. Vágur 1400 , Tvøroyri 1800 , Fuglafjørður 1700 ,eru ov lítlar kommunur og skulu leggja saman við øðrum kommunum. Men so ger man tann brølaran at mæla til at leggja Kvívík – Vestmanna saman 1700 fólk,man leggur Vágar, 2800 fólk í eina kommunu, Sunda kommuna 2200 fólk,og Sandoyggjin 1400 fólk í eina kommunu. Altso, man stóvnar nýggjar kommunur ið vera sera veikar fíggjarliga og fólkatalsliga,og søkka sum steinurin fíggjarliga, tá skúli og almannaverk verður smoygt omanyvir tær, útjavning av skatti ella ei, men sama áliti sigur at kommunur sum í dag hava ca 1600 fólk eru ov veikar ???!!! ?Síggi eisini á einum portali at Annika Olsen úttalar seg “persónligt”, tað er sera óprofessionelt. Vónandi verður kommunutalið ikki avgjørt eftir høvdinun á einum tilvildarligum landstýrisfólki.?Eg síggi fyri mær m.a Fuglafjørð, Eiði, Kvívik, Sørvág og Hvalba, sum tær bygdirnar ið hava mest at missa um tað verða 9 kommunur.?Mítt tilmæli til flokkarnar á tingi skal verða at tað verða max. 5 kommunur í Føroyum. Takið nú eina manniliga støðu, og fremjið ein reform ið munar!?Tað ið fyriliggur nú er eitt neyðaregg, ein millumloysn, har helvtin av føroyingum fara at búgva í veikum kommunum, ímeðan hin helvtin fer at merkja fyrimunirnar at búgva í kommunum við einari sterkari fyrisiting, og betri møguleikum hjá politikkarum at føra ein ekspansivan politikk á øllum økjum; hyggið bara eftir Havnini!