Nýggjur komfortabul Corolla

Toyota Corolla er nú komin við eini "facelift" við t.d. nýggjum kølaragittari, forlyktum og kúfangarum. Eisini innan eru eisini fleiri broytingar, og bilurin er betri ljóðdoyvdur

Kappingin um kundarnar er hørð í sokallaða Golf-klassanum, og allir bilframleiðararnir mugu fylgja við í menningini av nýggjum útgávum.

Toyota Corolla er nú komin við eini "facelift", har størsta broytingin at síggja til er, at hann nú líkjast nýggja Corolla Verso framman. Bilurin hevur fingið nýtt kølaragittar, forlyktir og kúfangarar.

Innan eru eisini fleiri broytingar, sum t.d. at rattið nú er "multijusterbart", hiti er í setrunum og nýggj optitron-instrumentir. Eisini er bilurin betur ljóðdoyvdur í kabinuni.

Trygdin er eisini betri, t.d. er ESP, ella VSC sum Toyota nevna skipanina, nú standard. Skipanin rættar bilin upp, um hann t.d. glíður út í svingum. Nakkastútturnar eru aktivar og antispinn og bremsuassistentur eru standard.

Tríggir bensin og tveir dieselmotorar eru at velja ímillum. Bensinmotorarnir eru:
1,4 VVT-i við 97 hk, 1,6 VVT-i við 110 hk, og 1,8 VVT-i T-Sport við 192 hk. Dieselmotorarnir eru: 1,4 D-4D við 90 hk, og 2,0 D-4D við 116 hk.

Corolla fæst í útgavunum Linea Terra, Linea Luna og Linea Sol. Linea Terra er standard útgávan. Í útgávuni, Linea Luna, er bilurin útgjørdur við t.d. tokulyktum, stilling av radio v.m. í rattinum, leður girknøtti og kolfipur-styling í kabinuni. Í luksusútgávuni, Linea Sol, hevur hann t.d. leðurratt, automatiskt aircondition, regnsensorar og alu-styling í kabinuni.

Prísirnir byrja við 196.600 fyri ein 1,4 Linea Terra við trimum hurðum.


Toyota Corolla 1,6 VVT-i

Motorurin1,6 litur VVT-i bensin við 110 hk

0-100 km/t10,2 sek

Bensinnýtsla13,9 km/l

Dekkstødd195/60-15

Stødd og vekt
Longd418,0 cm
Breidd171,5 cm
Hædd147,5 cm
Eginvekt1.125 kg
Viðførisrúm310 litrar

Prísurkr. 207.600 (Linea Terra 1,6 5/h)

SøluumboðReyni Service
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Tel 353040
www.reyniservice.fo