Nýggjur kirkjugarður í Kaldbak

Sáttmáli at gera nýggjan kirkjugarð í Kaldbak er nú undirskrivaður. Tað boðar Tórshavnar Kommuna frá í dag.

Kirkjugarðurin verður eftir ætlan klárur at taka í nýtslu á sumri 2014.

-Vit fegnast um, at vit eru komin hartil, at nýggjur kirkjugarður verður gjørdur í Kaldbak. Tað eru nakað nógv ár síðani, málið varð reist. Tí fegnist eg um, at farið verður undir arbeiðið, sigur Jógvan Arge í tíðindaskrivi.

Lendið til nýggja kirkjugarðin var fingið til vega í fjør. Og tá tók arbeiðið at víðka um talið á plássum dik á seg.

Pláss er fyri 66 grøvum í nýggja kirkjugarðurin, ið kostar slakar 3 milliónir krónur at gera. Haraftrat er møguleiki fyri at víðka økið seinni, um tørvur verður á tí.