Nýggjur Kia Sportage royndarkoyrdur á Mallorca

Ein heilt nýggjur Kia Sportage kemur á marknaðin fyrst í 2006. Kvaliteturin er á sama høga støði sum á tí størra Kia Sorento, og bilurin fæst bæði sum bensin og diesel

Kia Sportage er ein sonevndur SUV (Sport Utility Vehicle), ein frítíðarbilur sum kann nýtast til fleiri ymisk endamál.

Sportage er ein rúmligur stationvognur, samstundis sum hann er ein "off-roadari", ið er premanent 4-hjólsdrivin.

Kvaliteturin er á sama høga støði sum á tí størra Kia Sorento.

Sportage fæst við trimum ymiskum motorum, einum diesel og tveimum bensin, dieselmotorurin er ein 2,0 litur CRDi við 112 hk, og bensinmotorarnir eru ein 2,0 litur við 142 hk, og síðan ein 2,7 litur V6.

Danskir motorjournalistar hava royndarkoyrt Sportage á Mallorca, og bilurin fær sera góð ummæli.