Nýggjur kaðal fyri 20 miljónir krónur

- Nýggi kaðalin millum Skálafjørð og Sund er ein eykapulsæðr á el-netinum, og nýggja 60 kV sambandið hevur eitt nú til endamáls at halda veitingartrygdina á sama høga støði alt árið, sigur Klæmint Weihe, stjóri í SEV

SEV

 

Klokkan 04 í morgun fór norska kaðalskipið Nautilus Maxi undir at leggja ein nýggjan sjókaðal av Raktanga í Eysturoy tvørtur um Tangafjørð og inn á Sandvíkar á Streymoy.

Klæmint Weihe, stjóri í SEV, sigur, at nýggi kaðalin er partur av nýggja 60 kV sambandinum millum verkið í Skálafirði og Sundsverkið.

- Frammanundan bindur ein 20kV kaðal verkini saman, men við nýggja kaðalinum verður trygdin á hesum partinum av netinum hjá SEV nógv størri.

Stjórin sigur, at úr Skálafiðri og úteftir vestursíðuni á Skálafjørðinum liggur nýggi kaðalin í landsvegagerðini, sum er í gond har, og av Sandvíkum og inn á Sund liggur hann saman við rørunum hjá Fjarhitafelagnum.

- Alt hetta er planlagt í góðari tíð, sigur Klæmint Weihe.

Íløgan hjá SEV í henda henda partin av kaðalsambandinum millum verkið í Skálafirði og Sundsverkið er einar 20 miljónir krónur.

Nýggi kaðalin er framleiddur á kaðalverksmiðjuni Nexans í Noregi, og felagið hevur fingið Seløy Dykkerservice at leggja sjókaðalin millum Raktanga og Sandvíkar.

- Nýggi kaðalin er ein eykapulsæðr á el-netinum, og nýggja 60 kV sambandið hevur eitt nú til endamáls at halda veitingartrygdina á sama høga støði alt árið. Hetta hevur eisini týdning, tá árligt eftirlit skal gerast á stóru mastrunum kring um á fjøllunum.

Sev-stjórin væntar, at spenningur verður settur á nýggja el-kaðalin um ein mánaða ella so.

- Veðrið hevur verið gott, og arbeiðið hevur gingið væl, sigur Klæmint Weihe.

Teinurin millum Raktganga og Sandvíkar liggur um stívliga 6 kilometrar.