Nýggjur i30 frá Hyundai

Hyundai koma nú á marknaðin við i30, ið er ein heilt nýggjur bilur, sum er teknaður og konstrueraður í Evropa. Hann verður gjørdur í Suðurkorea, men frá 2009 skulu teir eisini framleiðast í Kekkia

Hóast fleiri nýggir Hyundai eru komnir á evropeiska marknaðin seinastu árini og fleiri eru á veg, roknar Hyundai leiðslan i30 sum tann mest týðandi bilin, teir nakrantíð hava gjørt og vænta sær nógv honum.


Hyundai i30 er og Kia Cee'd, sum kom á marknaðin fyrr í ár, eru tvær síður av somu søk. Plattformar og motorar eru so gott sum teir somu, hóast teir eru ymsikir á øðrum økjum. Stórur dentur er lagdur á komfort og góðar koyrieginleikar.


Hyundai i30 fæst við trimum bensin og tveimum dieselmotorum. Bensinmotorarnir eru 1.4 litra við 109 hk, 1.6 litra við 122 hk og 2.0 litra við 143 hk. Dieselmotorarnir eru báðir 1.6 CRDi við ávikavist 90 hk og 115 hk. Seinni kemur eisini ein 2.0 diesel. 1.6 og 2.0 benzinútgávurnar fáast við automatiskum girum.


Talan er um ein rúmligan og væl innrættaðan 5-persónabil. Viðførisrúmið er 340 litrar og kann víðkast til 1250 litrar við at leggja baksetrini niður.


Hyundai og dótturfelagið Kia eru kend fyri at gera álítandi bilar, sum fáa góðan karakter fyri kvalitet. Hyundai i30 er teknaður og konstrueraður í Evropa, og frá 2009 skulu teir eisini framleiðast í Kekkia, á sama hátt sum Kia Cee'd verður framleiddur í Slovakia.