Tað er serliga Hvalbiartunnilin, ið liggur sum grund fyri einum fyrispurningi hjá Jenisi av Rana til Bjarna Djurholm um dagføring og viðlíkahald sum heild av føroysku tunlunum.
Fyrispurningurin, sum Bjarni Djurholm svarar í tinginum í dag, er í seks punktum, og er hann soljóðandi:
• Hvørji minstukrøv eru til trygdina og dygdina í føroyskum tunlum og hvussu kunnu hesi minstukrøv samanberast við ásett minstukrøv aðrastaðni?
• Liva føroysku tunlarnir upp til ásettu minstukrøvini?
• Um ikki, er ein dagføringarætlan gjørd og sett í verk, og ber til hjá Løgtinginum at fáa innlit í hesa?
• Hvør hevur ábyrgdina av einum møguligum vannlukkutilburði?
• Hvør hevur ábyrgdina av vantandi samferðslukarmunum fyri búseting, vinnu og útjaðaramenning í síni heild?
• Hevur landsstýrismaðurin gjørt eina útgreining av kostnaðinum fyri ávís trygdar- og dygdarstig, ið føroysku tunlarnir kunnu hugsast at skula hava?
Í viðmerkingunum til fyrispurningin sigur Jenis av Rana, at líka stór framstig, sum tunlarnir vóru, tá teir komu, líka stór forðan eru hesir tunlar í dag, tí teir eru snøgt sagt ikki tíðarhóskandi.
Nevnt verður stóra virksemi, sum er í Hvalba, og sum tørvar nútíðar flutningstól. Men henda tørv nøktar verandi tunnil ikki.
- Alt hetta virksemið hevur tørv av dagførdum tunlum fyri at kunna rúma nútíðarinnar flutningstólum, men heldur enn at stuðla undir virksemi hvalbinga, er tunnilin til Tvøroyrar ein tyngjandi forðing fyri tí virðisøking, sum havlbingar við hondum sínum dagliga tilføra føroyska samfelagnum, sigur Jenis í viðmerkingunum.
Norskir normar
Víst verður víðari á brævaskifti millum Hvalbiar kommunu og Vinnumálaráðið, har kommunan vísir á vantandi trygd og dagføring av tunlinum, og har Vinnumálaráðið í tí stóra og heila váttar hesum.
Kortini er tað so, at teir trygdarnormar, sum føroyingar nýta, eru norsku normarnir, og hesir eru munandi herdir seinastu árini. Nýggjastu normarnir eru frá 2006, og teir loysa gomlu normarnar frá 2002 av.
Í svari sínum sigur Bjarni Djurholm, at ein arbeiðsætlan fyri dagføring av øllum føroysku tunlunum er gjørd, og at hetta arbeiði byrjaði við Norðskálatunlinum, sum er um at vera liðugt. Farið er eisini í holt við Leynatunnilin, og síðani standa Kollafjarðatunnilin og Leirvíkartunnilin fyri tørni. Hetta eru tunlarnir við mestu ferðsluni.
Men ein samferðsluætlan er eisini gjørd, og í henni verður mælt til, at tríggir av eldru tunlunum verða avloystir av nýggjum tunlum komandi átta árini.
- Talan er um Árnafjarðartunnilin, Hvannasundstunnilin og Hvalbiartunnilin. Mælt verður til, at arbeiðið fer í gongd beinanvegin at gera nýggjar tunlar Norð um Fjall. Um so er, verður hetta arbeiðið liðugt í 2011. Farast kann síðani undir arbeiðið við nýggjum Hvalbiartunli. Hann kann verða liðugur í 2015, sigur Bjarni Djurholm í svari sínum.
Skálafjarðartunnil
Bill Justinussen hevur annars boðað frá einum munnligum fyrispurningi til Bjarna Djurholm um tunnil undir Tangafjørð. Munnligi fyrispurningurin, sum verður svaraður í morgin, er soljóðand:
»Nógv vatn er longu runnið í ánna, síðani Løgtingið eftir uppskoti frá landsstýrismanninum í Vinnumálum við stórum meiriluta gav honum heimild at fara undir samráðingar við eitt felag um loyvi til at gera tunnil millum Skálafjørðin og Havnina. Lítið hevur verið at frætt um tilgongdina í málinum. Nú hetta valskeiðið er um at renna út, er neyvan hugsandi, at landsstýrismaðurin kemur á mál við sínum ætlanum. Tað vekir undran, at landsstýrismaðurin í vár kom í Løgtingið við einum uppskoti til samtyktar, sum hann síðani ikki sjálvur megnar at liva upp til. Nú ein onnur ætlan um undirsjóvartunnil er samtykt við 2. viðgerð í Løgtinginum, sum kemur at kosta landskassanum hundraðtals milliónir krónur, eru tað fleiri, sum spyrja, hvar Skálafjarðartunnilin bleiv av. Hendan ætlanin, sum øll sum hon er verður fíggjað uttan fyri landskassan, og sum verður søgd at vera skilabesta búskaparliga íløgan av teimum øllum, má ómøguligt fáa loyvi til at liggja í niðastu skuffu hjá landsstýrismanninum í Vinnumálum. Er tað nakað, sum ein landsstýrismaður í vinnumálum átti at havt áhuga fyri, so var tað júst hendan ætlanin, tí hon er bæði búskaparliga skilagóð og øll sum hon er uppfunnin og drivin fram av eldsálum á privatum grundarlagi.
1. Hvar liggur verkætlanin um tunnil um Tangafjørð í løtuni og hvør eigur næsta leikin?
2. Nær væntar landsstýrismaðurin, at eitt uppskot frá landsstýrinum um verkætlanina kemur í Løgtingið til støðutakan?
3. Nær væntar landsstýrismaðurin, at fyrsti borurin verður settur í til gerð av tunlinum?«










