Nýggjur hvítvøruhandil

Týsdagin 23. mars lat ein nýggjur handil upp í Havn. Talan er um hvítvøruhandilin Platforma, sum argjamaðurin Per Mortensen eigur og rekur.

Per Mortensen sigur, at hann satsar serliga upp á merkini Siemens og Bosch, sum eru kend týsk kvalitetsmerkir. Annars selur hann eisini Gorenje, Bauknekt, AEG og Samsung. Har er alt at fáa innan hvítvørur sum t.d. frystiboksir, køliskáp, vaskimaskinur og uppvaskimaskinur. Umframt hvítvørurnar selur hann eisini Nilfisk dustsúgvarar.


Per Mortensen hevur mong ár á baki sum sjálvstøðugur handilsmaður. Hann rak handilin Damor á Argjum til fyri trimum og einum hálvum ári síðan, tá hann seldi alt sítt virksemi til 360 á Hjalla.


Per sigur, at Platforma hevur góð parkeringsviðurskifi, og handilin er lættur at finna. Tað er bert at koyra oman móti Skipasmiðjuni, so er tað fyrsti vegur til høgru. Adressan er Rundingur 20. Handilin er í sama bygningi sum Bátatænastan og málingahandilin SRI.


Handilin Platforma tel. 315415 er opin gerandisdagar frá kl 12-17.