Nýggjur heilsuverksstjóri óneyðugur

Tað er burturvið við einari nýggjari yvirskipaðari leiðslu á sjúkrahús- og heilsuøkinum

Peningurin eigur at nýtast til at geva borgarunum í landinum eina góða tænastu, ikki til fleiri leiðsluløg at umsita øki, sum aðrar leiðslur longu frammanundan hava ábyrgdina av. Hetta hava vit als ikki ráð til. Skulu broytingar gerast, má talan heldur vera um færri leiðsluløg við greiðari ábyrgdarbýti.

 

Gjørdist ikki sørt skakkur, tá tað í heilsíðulýsing herfyri varð søkt eftir nýggjum heilsuverksstjóra, sum m.a. skal hava yvirskipaðu leiðsluna á øllum trimum sjúkrahúsunum í landinum.

 

Tungur leiðslubygnaður

Á sjúkrahús- og heilsuøkinum hava vit ein tungan leiðslubygnað sum er. Leiðsluløgini eru fleiri í tali. Landsstýrismaðurin er ovasti umsitingarligi leiðarin. Undir sær hevur hann aðalstjóra umframt fleiri leiðandi umsitarar og deildarleiðarar í Heilsumálaráðnum. Á Landssjúkrahúsinum er trístreingja leiðsla, trístreingjaðar leiðslur eru á Klaksvíkar- og Suðuroyar Sjúkrahúsi, umframt leiðandi yvirlæknar, leiðandi yvirsjúkrarøktarfrøðingar, yvirlæknar, yvirsjúkrarøktarfrøðingar og onnur leiðandi starvsfólk á ymiskum økjum og tænastum.

 

Allar hesar leiðslur hava sum er skyldu til at samstarva, fyri at gagnnýta kapasitetin á øllum trimum sjúkrahúsunum so væl sum gjørligt. Somuleiðis hava verandi leiðslur skyldu til at halda seg til neyva fíggjarstýring.

 

Tað undrar tí, at nakar kann kenna tørv á at seta fleiri leiðsluløg. Virkar verandi bygnaður ikki nóg væl, mugu stig takast øvutan veg. Neyðugt er við rationaliseringum, t.d. við at taka burtur leiðsluløg og nágreina ábyrgdarøkið.

 

Peningurin nýtast til sjúklingin

Á sjúkrahús- og heilsuøkinum er umráðandi, at sjúklingurin/borgarin fær eina góða tænastu. Tí eigur peningurin at nýtast til tann partin! Ikki til eitt leiðslulag afturat, sum í grundini skal umsita ábyrgdarøki, sum aðrar leiðslur longu framanundan eiga ábyrgdina av.